Sigling Kallurin

Norðan fyri Kallin liggur Kalsfles, norðan fyri flesina tekur streymur seg upp og tað gevur nakað av aldu.

Illistreymur strekkir seg frá Enniberg til Mýling, og kemur inn ímóti Kalsfles.

Eg sigli vanliga altíð innanfyri flesina t.v.s. millum helluna á Kallinum og flesina, tað kann runa nakað á vestaru síðu, millum flesina og land. Skúm kemur í sjógvin og er hetta frá runinum upp á helluna.

Siglingar leiðin millum flesina og land er eftir miðuni.

http://www.kortal.fo

Bláa strípan er holan, ið gongur tvørtur ígjøgnum Kalsoy, tað er bert siglandi har reyða strikan er og uml. 500 metur inn í Heljargjógv ella Hyljagjógv. Áhugavert hvussu navnið er broytt frá teimum gomlu kortunum til tey nýggju.

Mynd. JMR
Sigling við S/Y Martu innanfyri Kalsfles
%d bloggers like this: