Norðan fyri Enniberg liggur ein skergarður, Drengurin, Skúoyggin, Flesin og ein rúgva av “steinum”, norðan fyri skergarðin tekur streymur seg upp og kann hetta gevur nógva aldu, og verður kallaður tvey nøvn eg havi hoyrt, Illistreymur ella Helvitisstreymur.
Illistreymur strekkir seg frá Enniberg til Mýling, og kemur inn ímóti Kalsfles.
Eg sigli vanliga altíð innanfyri skergarðin, við RIBbátunum.
Enn vita vit ikki hvussu djúp hendan siglingarleið er, tí eg havi einans svomið hesa leiðina fyri at tryggja at RIB-bátarnir trygt kunnu sigla har. Hesi dýpir koma so skjótt eg (JMR) kann trygt sigla við seglbátinum innanfyri.
Siglingarleiðin innanfyri skergarðin.
