Rákið kring oyggjarnar.
Fleiri geva sítt boð uppá, hvussu tað rekur og hvar íur v.m. eru.
Líka mikið hvørjar upplýsingar tit brúka, av hesu síðu, merkir hetta ikki, at tað ikki skal brúkast sjómansskapur tá silgt verður, náttúruni ráða vit ikki yvir, og ringt er at byggja bor móti báru.
Við hesum siglaingarleiðum, verður eitt boð givið upp á, hvussu ein kann sigla, í tí vit velja at kalla “siglaingarleiðir”.
Hetta merkir at vit sigla við bátum, ið ganga frá 7 kn til 35+ kn
Bátasløgini eru hesi:
- opnir bátar
- Yachtir v/lítlum motori
- Seglbát
- Yachtir v/stórum motori + 15kn
Vit brúka streymkort, ið eru online á t.d. Vinnuháskúlanum, tó eru tey broytt so at tey øll eru merkt við tíðum “eftir vestfallskyrrindir í Suðuroyarfirði”
Fyri at gera alt so einfalt sum gjørligt, brúka vit ikki kyrrindir á teimum ymisku støðunum, men einans “kyrrindir í Suðuroyarfirði”, vestfalskyrrindir koma frá Portal.fo, minst til altíð at brúka kolonnina “Suðuroyarfjørður 0 tímar og 0 minuttir”
























