Søgan er sera einfald, vit hava ein arv, ið skjótt er gloymdur, og hann ætli eg at gera mítt til at varðveita, hetta er ein arvur, ið vit kunnu brúka í dag, til at ríka um okkara sigling runt um oyggjarnar.
Fyrr róðu menn sera nógv út, teir kendu væl til veður og vind og sjóvarfall. Enn eru fleiri av hesum monnum á lívi, og onkur av teimum heilt dugnaligu, drívur útróður enn.
Í dag rógva vit ikki nógv út, men vit sigla sera nógv á stevnur, fyri at hugna okkum, ella bara tí, at vit vilja uppliva landið á ein sera sjáldsaman hátt.
Hetta slagið av sigling hevur ikki verði áður og krevur eina serliga vitan, um túrurin skal vera hugnaligur.
Flest útróðrarmenn vita sera væl um alt í teirra øki, t.v.s. har teir royna, men ikki nógv um onnur økir, og tí má hendan vitanin samlast.
Fyrr róðu menn til keypsstaðin, men her eru fá ella eingin á lívi, ið kann siga frá um tað. Hetta var heldur ikki so ofta. Menn vóru eisini undir bjørgunum og í skorðum frá sjónum, men eingin ferðaðist so langt og so ofta, sum vit í dag.
Eg vil við hesi síðu royna at samla hetta tilfar saman, frá teimum ymisku økjunum í Føroyum, og eisini geva mítt boð upp á eina skilagóða sigling runt um oyggjarnar.
Eg havi siglt við skjóttgangandi bátum og seglbáti runt um oyggjarnar, verið inni í einum ótali av holum, havi siglt til flest allar havnir og lendingar í Føroyum, tí meti eg meg kunna geva eitt boð upp á hvørjir vandar kunnu vera, hvar er gott at sigla, og ikki minst hvat er at síggja á ymisku støðunum.
Fyrst vera allar havnir skrásettar, síðani siglingar leiðir til ymisku oyggjarnar og havnirnar.
Vónandi fáa vit eitt kjak á teimum ymisku síðunum um hvat er best, hvat manglar at upplýsa um osv..
Øll skulu vera hjartaliga vælkomin við rættingum og vegleiðingum.
Á forsíðuni er ein teigur, ið kann útfyllast og sendast beinleiðis til mín, um mann ikki ynskir at vera sæddur alment á síðuni við rættingum.
Við siglingar kvøðu
Jens Mortan Rasmussen, tlf 505707